Føroya Heimavirkisfelag

 

 

Søgan um Føroya Heimavirkisfelag


Áðrenn Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað í 1986, var einki felag av slíkum slag í Føroyum, men vóru fleiri lokal feløg, ið seldu heimavirkaðar lutir, t.d. Norðoya Heimavirki, Eysturoyar Heimavirki, Føroyskt Heimavirki og Suðuroyar Heimavirkið. Høvuðsorsøkin til at stovna eitt landsumfatandi heimavirkisfelag var at koma formliga upp í Nordens Husflidsforbund. Íhesum felagsskapinum hevur hvørt landi sær formansskapin i trý ár, og í sambandi við yvirhandanina av formanskapinum er triðja hvør ár heimavirkisting. Eisini skipar hesin felagsskapurin fyri heimavirkislegum hjá teimum ymisku londunum eftir tørni.

Føroya Heimavirkisfelag við heimstaði í Havn var við á tingfundi í 1980 og 1983 og hevði eisini sína egnu framsýning við. Í 1984 helt Nordens Husflidsforbund ársfund í Havn. Óluva Husgarð, Gunnvør Bærentsen og Ása Klein, ið sótu í nevndini fyri Føroyskt Heimavirki, vórðu bodnar við á ársfundin. Á hesum fundinum fingu vit óbeinleiðis at vita, at skuldi Føroyar gerast limur í Nordens Husflidsforbund, mátti eitt landsumfatandi heimavirkisfelag setast á stovn.

Óluva, Gunnvør og Ása fóru síðan at kanna áhugan fyri at stovna eitt heimavirkisfelag, og hin 28. mai 1986 varð Føroya Heimavirkisfelag sett á stovn á aðalfundi í Mettustovu. Á aðalfundinum vórðu viðtøkur, samtyktar og nevnd vald.

Endamálsgreinin var:

at stuðla heimavirkisáhugaðum og vekja áhuga hjá fólki
at virka dygdarlutir, ið lúka nútíðar krøv og
at varðveita gamlar heimavirkissiðir.

 

 

 


 

 

Føroya Heimavirkisfelag • J. Paturssonargøta  24100 Tórshavn • tlf. 52 26 86 • Teldupost:: craft@craft.fo

Lagdin