Seinast í juni mánaða 2005 lat felagið upp sølubúð í Niels Finsensgøtu 35 - yvir av bilstøðini Auto. Navnið Tina Mik hevur tilknýti til húsini, og helt nevndin tað verða hóskandi at nýta hetta sum navn á sølubúðini.
Dóttir fyrsta eigaran av húsunum æt Tine Jacobsen, og yvirtók hon matvøruhandilin, sum tá var í húsunum eftir faðir sín Rudolf Michael Jacobsen, men fór seinni sjálvt at selja tógv og annað tilfari til handarbeiði. Við tíðini fekk handilin navnið TINA MIK, eftir Tine hjá Michael.
Í handilinum er stórt úrval av handvirkaðum lutum, so sum skóleistar, hosur, húgvur, vøttir, troyggjur og bundaturrikløð, umframt pløgg til føroyska búnan, bæði til børn og vaksin, sum limir felagsins hava virkað.
Umframt pløgg fáast eisini gávu-, prýðis- og skreytlutir virkaðir úr træ, horni, bein og glas, umframt eisini málningar.
Vørurnar eru virkaðar bæði á gamlan siðbundnan hátt, og eisini við nútíðar íblástri og tøkni, og er úrvalið sera fjølbroytt.
Handilin er opin hesar tíðir: