Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað í 1986

Føroya Heimavirkisfelag

Einki felag av slíkum slag var í Føroyum tá, men vóru fleiri lokal feløg, ið seldu heimavirkaðar lutir, t.d. Norðoya Heimavirki, Eysturoyar Heimavirki, Føroyskt Heimavirki og Suðuroyar Heimavirkið.

Høvuðsorsøkin til at stovna eitt landsumfatandi heimavirkisfelag var at koma formliga upp í Nordens Husflidsforbund, nú Nordic Folk Art and Craft Federation, NFACF í stuttum. Íhesum felagsskapinum hevur hvørt landi sær formansskapin i trý ár, og í sambandi við yvirhandanina av formanskapinum er triðja hvør ár heimavirkisting. Eisini skipar hesin felagsskapurin fyri heimavirkislegum hjá teimum ymisku londunum eftir tørni. Í 2018 komu vit eisini uppí EFACF, European Folk Art and Craft Federation.

Nevndin í Føroya Heimavirkisfelag:

  formaður
Eydna Mikkelsen næstformaður & limalisti
Gunnbjørg Danielsen skrivari
Sonja Ziska  peningarøkil

Eyðis Holm

Mikala Gulklett

limakort
Poula Hansen eykalimur

Viðtøkur fyri Føroya Heimavirkisfelag

§ 1 :Navn og sæti.

1. Stk.: Navn felagsins er Føroya Heimavirkisfelag, ið er fyri alt landi.

2. Stk .: Felagið hevur sæti í Tórshavn.

§ 2: Endamál.

1. Stk.: Endamál felagsins er at stuðla øllum heimavirkisáhugaðum og vekja áhugan hjá fólki at virka dygdarlutir, ið lúka nútíðarkrøv 0g at varveita gamlar heimavirkissiðir

§ 3 :Limir.

1. Stk.: Limir í felagnum kunnu gerast øll heimavirkisáhugaði, einstaklingar, feløg og stovnar.

2. Stk.: Limir, ið ikki hava goldið limagjald í 2 ár, missa limaskapin, sí eisini § 6, stk 1

§ 4: Aðalfundur.

1. Stk.: Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Ársaðalfundurin verður vanliga hildin á várið og skal verða lýstur í bløðunum og/ella útvarpi 14 dagar frammanundan við fundarskrá, fundarstaðið og fundartíð.

2. Stk.: Skráin er:

a) Val av fundarstjóra og skrivara

b) Frágreiðing formansins

c) Framløga av granskoðaðum rokniskapi

d) Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár

e) Val av nevnd og tiltakslimum

f) Val av granskoðara

g) Ásetan av limagjaldið

h) Mál til viðgerðar

I) Ymiskt

3. Stk.: Aðalfundurin er altíð viðtøkuførður, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta uttan í sambandi við viðtøkubroytingar og avtøku av felagnum, sí § 10 og § 11

4. Stk.: Mál til viðgerðar á aðalfundi skulu verða nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi ein mánaða árenn. Tey verða send limunum saman við skránni

5. Stk.: Um fundurin ikki er viðtøkuførur, kann eykaaðalfundur verða 1/2 tíma seinni

§ 5: Eykaaðalfundur

1. Stk.: Eykaaðalfundur verður hildin í seinasta lagi 3 vikur aftaná, at nevndin og /ella aðalfundur ella í minsta lagi 1/4 av limunum krevja tað

2. Stk.: Eykaaðalfundur skal verða lýstur í útvarpið og/ella bløðum í minsta lagi 5 dagar frammanundan við fundarskrá

3. Stk.: Fyri eykaaðalfundin eru reglurnar viðvíkjandi viðtøkuføri tær somu sum fyri ársaðalfundin

4. Stk.: Um fundurin ikki er viðtøkuførður, kann eykaaðalfundur verða 1/2 tíma seinni

§ 6: Val

1. Stk.: Allir limir hava atkvøðurætt. Hvør limur hevur eina atkvøðu. Til at avgreiða krevst, at limurin hevur goldið falli limagjald í seinasta lagi á ársaðafundinum

2. Stk.: Atkvøðurættur kann verða framdur við fultrú

3. Stk.: Val verður á hvørjum ári, soleiðis at 2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur verða valdir

§ 7: Nevndin

1 Stk.: Felagið verður stýrt av einari av aðalfundinum valdari nevnd, íð telur 5 limir

2 Stk.: Nevndin skipar seg beint aftaná aðalfundin við formanni, næstformanni og kassameistara

3. Stk.: Formaðurin kallar nevndina saman til fundar, tá ið hann ella 2 nevndarlimir halda tað verða neyðugt

4. Stk.: Nevndin er viðtøkuførð, tá ið 3 av nevndarlimunum eru á fundi, teirra millum formaður ella næstformaður

5. Stk.: Nevndin kallar saman til aðal-og limafund

6. Stk.: Nevndin fastsetur við starvsskipan greiniliga reglur fyri starv sítt

7. Stk.: Tað, sum á nevndarfundi verður avgjørt, verður ført í gerðabók, í skal verða undirskriva av hjástøddu nevndarlimum

8. Stk.: Nevndin kann veita umboðsfultrú

9. Stk.: Felagið verður bundið við undirskrift formanssins ella kassameistarans. Til keyp og sølu av fastari ogn krevst aðalfundarsamtykt

§ 8: Roknskapur

1. Stk.: Roknskaparár felagsins er álmanakkaárð. Fyrsta roknskaparárið gekk frá stovnan felagsins til 31.12.86

2. Stk.: Roknskapurin verður undirskrivaður av nevndini og verður áskrivaður av grannskoðaranum

§ 9: Fígging

1. Stk.: Grundarlagið undir rakstrinum av felagnum er limagjaldið. Nevndin er tó heimilað at arbeiða fyri at fáa til vega pening á annan hátt og eisini at søkja um almennan stuðul

§ 10: Viðtøkubroytingar

1. Stk.: Uppskot til viðtøkubroytingar skal lýsast sum serstakt mál á fyrstkomandi árs- ella eykaaðalfundi

2. Stk.: Uppskot til viðtøkubroytingar skal verða nevndini í hendi seinast 1 mánaða áðrenn

3. Stk.: Til at samtykkja avgerðir um broyting av viðtøkum krevst í minsta lagi, at 2/3 av limunum eru umboðaðir á aðalfundinum, og mega tílíkar avgerðir verða samtyktar við 2/3 av avgreiddu atkvøðum

4. Stk.: Eru 2/3 av limunum ikki umboðaðir á aðalfundinum, men uppskotið annars hevur fyngið 273 av greiddum atkvøðum, boðar nevndin, áðrenn ein mánaður er liðin, til eykaaðalfund, og á hesum fundi kann uppskotið verða viðtikið við 2/3 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir

§ 11: Avtøka av felagnum

1. Stk.: Til avtøku av felagnum krevst sami meiriluti sum til viðtøkubroytingarnar, sí § 10

2. Stk.: Uppskot til avtøku av felagnum eigur at verða sett fram á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum málið á skránni

3. Stk.: Um felagið verður tikið av, og tað eigur ognir, verður á sama eykaaðalfundi avgerð tikin um, hvat skal verða av ognum felagsins.

 

Hesar viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi í Mettustovu í havn tann 28 maj 1986. Broyttar á aðalfundi 22 apríl 1989 og samtyktar á eykaaðalfundi 31 maj 1989, síðani aftur broyttar á aðalfundi 11 apríl 1996 og samtyktar á eykaaðalfundi 11 maj 1996, Broyttar á aðalfundi 20 mars 2004, fyri á eykaaðalfundi 9 juni 2004 og endaliga samtyktar á eykaaðalfundi 17 juni 2004

 

Limaskap

Ynskir tú at blìva limur ì Føroya heimavirki, so kanst tú ringja 210090 (kl 18.00-21.00) og melda teg til.  Limagjaldi er 250 kr um ári fyri einstaklingar. 400 kr fyri pør og 500 kr fyri feløg. 

Um tù atlar at selja tìna vøru ì handlinum, so taka  vit 25 % av tì sum selt verður. Tù hevur eisini møgeikan at standa ì handlinum 2 ferðirnar 4 tìmar um mánan, hvønn mána, og tá taka vit bert 10 % av vøruni. 

Tey sum ikki ynskja at standa fast 2 ferðir 4 tímar um mánan, ella 4 ferðir 2 tímar um mánan, kunnu tó standa 1 ferð 4 tímar av og á, og so tann mánan, ikki gjalda 25% men 15%