08-11-2020
Jólamarknaður 2020
Jólamarknaður 2020
Góðu Limir.
Kunningarstovan skipar fyri jólamarknaði á Vaglinum, og vit hava biðji um dagarnar 14. december til og við 22. dec . so limir okkara kunnu selja sína heimavirkaðu kvalitets vøru á hesum marknaði.
Vit fáa eina av teimun 6 smáttunum sum verða á Vaglinum, og sleppa at gerða klárt aftaná kl 18 kvøldi fyri vit skulu standa har og sleja okkara vøru.
Vit skipa tað soleiðis, at teir limir sum eru áhugaðir fáa ein dag í part at selja sína vøru. Hettar er uttan kostna fyri limirnar, og í myndini omanfyri, sæst hvussu marknaðurin hevur opið hvønn dagin.
Teir limir sum ynskja at verða við, ringja 281521 og biðja um ein dag, so bera tit sjálvi vøruna oman í básin, tann dagin tit hava valt at verða, og leggja hana fram, og selja hana.
Limir kunnu einans selja vøru tey sjálvi hava virkað.
Vinaliga
Nevndin
06-9-2020
Jólasølan 2020
Jólasølan 2020
Góðu Limir, Í ár verður Jólasølan vikuskifti 28. og 29 novembur í Høllini á Hálsi. Limirnir sleppa at pynta sítt borð, fríggjadagin 27 novembur frá kl 16 -18 og annars um morgunin 28 novembur.
Jólasølan letur upp 28. kl 10:00 til kl 18:00 og aftur 29. kl 14:00 - 18:00
Við atlitið til Corona covid 19 verða broyttar mannagongdir. Til hvønn básin sleppa bert 1 sølufólk at verða at gangin, so tit máa skiftast heldur enn at sita 2 ella 3 við hvønn básin, øll sølufólkini fá skerm útleveraðan frá nevndini, at verða í meðan tit eru har, og eitt corona hálsband. Eingin cafe verður, og borðini fara at standa longri frá hvørjum øðrum. Vit brúka baði innaru og uttaru høllina, og einki eykað undurhald verður. tí heita vit á tykkum sum hava borð á jólasøluni, um at hugna um og pynta so tað møguliga verður hugnaligari enn vanligt.
Limir sum ynskja at tegna seg til jólasøluna kunnu ryngja til Mikalu og tegna seg á telefon 225937 í novembur mána. Limagjaldið á 250 kr eigur sjálvsagt at verða goldið tá, og borðini kosta 300 kr stk umframt 10 % av søluni.
Limir kunnu einans selja vøru tey sjálvi hava virkað.
Vinaliga
Nevndin
22-5-2020
Limabrævið 2020
Limabrævið 2020
Góðu Limir, Í ár kemur limabrævið bert út á heimasíðu okkara, tað verður ikki sent við posti. ì 2021 og frammyvir verður limabrævið sent út í Februar, og í har fer at standa áminning um ársaðalfundin við fundarskrá.
Sum tit vita so var aðalfundurin 29 Februar, og har vóru nógvir limir møttir, og fundurin var viðtøkuførður. Margretha Hermansen fór frá sum forkvinna, og sum nyggjur nevndarlimur kom MIkala Gulklett. Nevndin hevur skipa seg, og sær nú soleiðis út.
Forkvinna: Ása Sonja Ziska
Næstforkvinna: Eydna Mikkelsen
Skrivari: Gunnbjørg Danielsen
Limakort: Eydis Holm
Peningarøkil: Ása Sonja Ziska
Limur: Mikala Gulklett
Eykalimur: Poula Hansen
Eykalimur: Elsebeth Wang
Hettar árið bleyv annarleiðis enn vit høvdu vanta, Corona broytti so at siga alt, nógvir handlar stongdu eina tíð, eisini okkara handil hevur verði stongdur í ein mánað, og av tí at handilin hevur verði stongdur, hava vit sjálvandi einki selt, so vit fáa ikki tykið ímótir vøru enn, eisini hava vit ikki og selja vit vantandi ikki so nógv í ár sum í fjørð.
Vegna plásstrot, og tí at veggurin ikki heldur undir vektini av teimun mongu troyggjunum sum hanga uppi, mugu vit minka um mongdina av vørum sum hvør einkultur limur hevur loyvið at hava í handlinum til eina og hvørja tíð.
Frammyvir verður bert loyvt at hava max. 6 vaksnamanna troyggjur og 6 barnatroyggjur - og tilsamans bert 25 bundin pløgg pr. lim. Vinaliga kunnu tit, sum vita tykkum hava meiri enn hesi 25 bundnu pløggini, koma eftur teimun, um tit vilja sleppa sjálvi at velja, hvørji av tykkara pløggum verða til sølu í handlinum, nevndin ferð, um tit ikki sjálvi eru komin eftur teimun, um eina tíð, at taka pløggini niður og koyra tey í posar, sum eftur avtalu kunnu heintast í Jóanesar Patursonargøtu 24.
Nevndin hevur valt ein persón, ( Valborg Gulklett), til at taka sær av at pynta vindeyga í handlinum. Um vøra verður seld úr vindeyganum, skal samsvarandi vøra í sama liti leggjast í aftur vindeyga, annars skulu limir halda seg frá vindeyganum, tað vil siga, ikki leggja nakra vøru hjá nøkrum í vindeyga.
Mint verður á at limagjaldið íð er 250 kr. um árið frá 2020 og frammyvir, fellur til gjaldingar 1 mai, vinarliga viðmerk limanummarið tá goldið verður,á konto 9181 1432186. tað gerð tað munandi lættari hjá okkum.
Ein útferð verður atlandi í heyst, meira kunning kemur seinni.
Árliga Jólasølan verður 28 og 29 november, í Høllini á Hálsi, og vit sleppa inn at pinta borðini kl 15:00 fríggjadagin árenn. Borðini kosta 300 kr umframt 10% av søluni, og gjaldið fyri borð skal flytast inn á konto 9181- 4936304 . Tað er bert loyvt limun at selja á jólasøluni, og limir hava ikki lov at selja fyri familiu og vinir sum ikki eru limir.
Vinaliga
Nevndin
4-5-2020
Handilin letur nú upp aftur
Ætlanin er at lata handilin upp aftur.
Í komandi viku, 4 maj lata vit handilin upp aftur, tó bert seinnapart frá kl 14:00 til 17:00, og Leygardag frá kl 10:00 til 14:00
Bert ein kunda inni í senn. Tey íð kunnu taka vakt, verða biðin um at siga frá á Facebook síðuni.
Av tí at handilin hevur verið stongdur, og harav fullur av vøru, verður ikki tykið ímótir vøru fyribils. Sagt verður frá, tá tykið verður ímótir vøru aftur.
Hettar SKAL haldast.
Nýggir limir kunnu ikki tegna seg fyribils, restina av árinum.
Vinaliga
Nevndin
12.03.2020
Vársølan 3 og 4 apríl 2020
Vársølan í Føroyahúsinumi
Verður avlýst.
Soleiðis sum støðan er nú við corona virusinum, so síggja vit ongan annan útveg ann at avlýsa vársøluna, vit siga frá aftur her á síðuni, um vit takað tað upp aftur.
Vinaliga
Nevndin
12.10.2019
Vársøla í Føroyðahúsinum
Vársøla Í Føroyðahúsinum í København
Verður 3 og 4 Apríl 2020. Vit hava fyngið eina avtalu í lag við Føroyðahúsinum, har limir okkara sleppa at sleja teirra vøru í hølinum har.
Limirnir bera sjálvir útreiðsluna av ferini, og uppihaldið og at fáa teirra vøru til Danmarkar, og felagið gjaldir fyri høli, og lysa við søluni. Vit sleppa inn at seta upp og pinta borð 2 Apríl.
Limir sum ynskja at verða við, kunnu ringja 281521
Nevndin
12.10.2019
Jólasølan
Jólasølan hjá Føroya Heimavirki
Verður í hølini á Hálsi Leygardagin 30 nov.frá kl 10:00 -19:00 og sunnudagin 1 dec. Frá kl 14:00 - 19:00
Limir sum hava goldið limagjaldið, kunnu biðja um borð til Jólasøluna, hjá Eydis Holm tlf 273515 frá mánadegnum 14 okt til 25 nov.
Borðini kosta 300 kr og so takað vit 10 % av søluni aftrat.
Eins og undanfarin ár, verður cafè við ymiskum góðum til matna, og undirhald so sum sangur, kór vitja, og møguliga onkur annar, og Jólamaðurin vitjar eisini.
Sum nakað eykað í ár, atla vit at hava mótaframsýning, har limir vísa ymiskt sum er til sølu.
Við Jólakvøðu
Nevndin
03.10.2019
Konferensa í Estlandi
International Confernse Studying Traditional Crafts: Goals and Methods in Higer Education
Konferansa í Estlandi frá 12-13 november 2019 í Viljandi Estonia
Traditiona handicraft techniqes are taught and studied in only a few European higher education institutions, so this year`s native crafts conference will be a uniqe international arena where experts in this field come to share and establish new collaborative relationships.
The working language of the conference is English.
Organiser: Department of Native Crafts of University of Tartu Viljandi Culture Academy.
Registration is open until 15th of Oktober 2019
Les meira
29.08.2019
Nordic Craft Week pattern 7
Mittens from Faroe Islands
Pattern in English / ohje suomeksi.
Les meira
11. september 2019 kl. 19.00-22.00
Kaffihugni Fyri Limir Okkara
Kaffi og prát um ìslandsferðina sum Margretha og Helena vòru á
Mikudag tann 11. september 2019 kl. 19.00-22.00
Les meira
9. feb. 2019 kl 14.00 ì Kaffihùsinum
Bindiskeið
Sára Mrdalo lærir okkum at binda
At hava við:
5 stokkar nr 4
hóskandi tógv (tveir litir)
2 stokkar nr 6
hóskandi tógv